SVIMJIHØLLIN UM JÓLA OG NÝGGJÁRSHØGTÍÐINA

 SVIMJIHØLLIN HEVUR ØÐRVÍSI OPIÐ UM JÓLA OG NÝGGJÁRSHØGTÍÐINA


VÆLVERUØKIÐ LETUR NÚ UPP

Í dag, týsdagin 11. desember kl.17, verður almenn móttøka í samband við at nýggja vælveruøkið í Klaksvíkar svimjihøll letur upp. Varaborgarstjórin, Signhild Johannesen flytur fram røðu og møguleiki verður at síggja nýgjørdu og snotuligu umstøðurnar í nýggja vælveruøkinum í svimjihøllini, sum er fyrsta av sínum slag í Føroyum.

Í nýggja økinum eru nógvir møguleikar:

· Í vælverurúminum er gosbað við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnir. Gosbaðið rúmar umleið 12-16 persónum. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.

· Heilsuklivin bjóðar ljós- og hitaviðgerð við innreyðum strálum, ið gevur vælveru fyri likam og sál. Ljósviðgerð er lívgandi fyri sinnið og linnar tunglyndi og møði. Í heilsuklivanum eru tríggjar ljóskeldur við dagsljósi, ið veljast kunnu, tá ið heilsuklivin verður nýttur

· Dampbað er gott fyri strongd og eisini gott eftir harða venjing. Tað er reinsandi, og kroppurin finnur hvílu.

· Á uttanduraøkinum er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa

 

 

UPPLATINGARTÍÐIR

Vælveruøkið er opið, tá ið svimjihøllin er opin. Aldursmarkið er 16 ár.

 

KOSTNAÐUR             Ár: 16+                 Ár: 67+

Morgun                        Kr. 70,-              Kr. 50,-

Seinnapart                   Kr. 90,-              Kr. 50,-

Vikuskifti                     Kr. 100,-            Kr. 60,-

10-túrakort                 Kr. 800,-             Kr. 400,-

20-túrakort                 Kr. 1200,-           Kr. 600,-

 

LEIGA AV HØLI

Mán:   kl. 10:00-23:00

Týs:    kl. 10:00-12:00 og kl. 21:00-23:00

Mik:    kl. 10:00-12:00 og kl. 18:00-23:00

Hós:    kl. 10:00-12:00 og kl. 21:00-23:00

Frí:     kl. 10:00-12:00 og kl. 21:00-23:00

Leyg:  kl. 18:00-23:00

Sun:   kl. 17:00-22:00

 

KOSTNAÐUR

1 tíma: Kr. 1.000,- + Kr. 40,- pr. persón

Leigutíðin er í minsta lagi ein tíma.

 

Leigutímar kunnu bíleggjast  á www.kid.fo. Bílagt skal verða ein dag frammanundan, at hølið verður nýtt. Eisini ber til at venda sær til atgongumerkjasøluna, tá ið svimjihøllin er opin.

 

Heinta faldaran um Vælveruøkið niður her >>

 

 

 


HEYSTFERIA, OG MEIRA OPIÐ

 Nú heystferia er, hevur svimjihøllin øðrvísi opið.


Svimjihøllin er stongd vegna svimjikapping 6 og 7 oktober.
Leygardagin og sunnudagin 6 og 7 oktober er svimjihøllin stongd vegna svimjikapping.

Svimjihøllin stongd sunnudagin seinnrapartin

Svimjisamband Føroya skipar fyri svimjifagnaði sunnudagin seinnrapartin.


Tiltøk



Leita