Klaksvíkar svimjihøll

Klaksvíkar svimjihøll læt upp á fyrsta sinni í 1974

Í svimjihøllini starvast 5 starvsfólk sum eru í føstum starvi. Umframt tað fasta fólkið, eru 6 avloysarar sum loysa av um vikuskiftini. Alt starvsfólkið hevur lívbjargararoynd, sum verður dagførd einaferð um árið. Lívbjargaraskeiði inniheldur, lívbjarging í hyli, og vanliga fyrstuhjálp. Vit leggja stóran dent á trygd og reinføri í svimjihøllini.



Klaksvíkar svimjihøll bjóðar tær fylgjandi tilboð:

  • Vatnland við tveimum fossum, trimum vatnkanónum, bobluøkið, 44 metra langa økuð við tíðtakingarur. Eisini eru undirvatnsljós við litspælið í hylinum. Vatnhitið í vatnlandi er 29-30 C.
     
  • 25 metra hylur við 6 geilum. Vatnhitið er 26,5 C
     
  • Heittvatnshylur, serliga væl egnaður til at venja børn í, og eisini til tey sum dáma væl hita. Vatnihitin er 29-31 C
     
  • Eisini bjóða vit tær sauna í kvinnu og mannfólkadeild, tveir heilsuklivar við infrareyðum strálum og dagsljósi. (sera væl egnaðir til giktsjúk, og avstressing og linna fyri alt likamið).
     

Kiosk:
Í kioskini kanst tú keypa kaffi, kaku, toast, pizzarull leskidrykk, góðgætið o.m.a. Eisini hava svimjiútgerð av ymiskum slag til sølu.

Nýtsla av svimjihøllini:
Svimjifelagið Ægir hevur sínar dagligu venjingar í høllini. Vit leiga høllina út til skúlar, barnagarðar og aðrar stovnar. Nú síðani undirsjóvartunnilin er komin, hava vit meiri vitjan úr meginøkinum, tað merkir at vit leiga nú høllina út til skúlar og stovnar úr øllum Føroyum. Faroe Dive hevur froskundirvísing, og eisini leiga vit høllina út til svimjikappingar, og ymisk tiltøk.

Teknikkur og reinsiverk:
Reinsiverkið í svimjihøllini líkur nútíðarinnar krøv. Vatni verður reinsa við 8 sandfiltrum, 3 kolfiltrum. Eisini verður klor og flokningsevnið tilsett fyri at halda vatni reint og klárt. Alt verður sera neyvt stýrt við nútímans elektroniskari útgerð.


Tiltøk



Leita